- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark fyrsta landið at góðkenna svenskan og finskan NATO-limaskap
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20220127-091939-l_29mb.jpg?itok=kxx-Io9P)
Danmark fer helst í næstu viku at boða frá, at landið, sum tað fyrsta, tekur undir við svenskum og finskum limaskapi í NATO.
Tað skrivar Ritzau.
Danska stjórnin fer í hesi vikuni at heita á fólkatingið um at góðkenna, at Svøríki og Finnland gerast limir í NATO.
Ætlanin er, at uppskotið verður lagt fyri fólkatingið í dag.
Jeppe Kofod fegnast
- Eg fegnist um, at Danmark, sum fyrsta av sameidu londunum, tekur stigið at tryggja Finnlandi og Svøríki limaskap í NATO, segði danski uttanríkisráðharrin, Jeppoe Kofod, eftir fund í uttanríkisnevndini hjá fólkatinginum í gjár.
Danska stjórnin hevur longu gjørt greitt, at hon tekur undir við, at Svøríki og Finnland gerast limir í NATO.
Men fyri at tað skal vera møguligt, mugu bæði stjórninar í londunum og núverandi limalond í verjusamgonguni góðkenna limaskapin.