Zelenskyj: Russar leggja Luhansk og Donetsk í oyði

bannari
Zelenskyj: Russar leggja Luhansk og Donetsk í oyði
Bardagarnir har eysturi í Ukraina eru harðnaðir munandi seinastu dagarnar
Álopini á Donbas gera, at har er ikki búgvandi longur, sigur ukrainski forsetin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.05.2022 - 14:48

Málið hjá Russlandi í Eysturukraina er at leggja Luhansk og Donetsk í oyði. 

Tað vóru boðini hjá ukrainska forsetanum, Volodomyr Zelenskyj, í nátt, tá hann millum annað ákærdi Russland fyri at fremja fólkadráp báðum økjum.

- Álopini á Donbas gera, at har er ikki búgvandi longur. Tey vilja brenna býin niður, eins og vit sóu í Mariupol, sigur Zelenskyj. 

Útsøgnin kemur, eftir at bardagarnir í Eysturukraina eru harðnaðir munandi seinastu dagarnar. Russland hevur hert bumbuálopini, og russiskar herdeildir flyta seg longri og longri inn í økið, sigur ukrainski varaverjumálaráðharrin.

 

Fara at missa nógv

- Bardagarnir eru í hæddini. Fíggindin kringsetir okkara herdeildir. Vit hava ein sera torføran og langan dyst framman fyri okkum. Vit mugu viðurkenna, at vit eru í kríggj, og vit fara at missa nógv, sigur varaverjumálaráðharrin, Hanna Maliar, sambært Reuters. 

Í morgun vóru boðini frá guvenørinum í Luhansk økinum, at russiskar herdeildir hava valdið á 95 prosentum av Luhansk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946