- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívlangt fongsul fyri krígsbrotsverk í Ukraina
Lívlangt fongsul fyri krígsbrotsverk í Ukraina
Russiski hermaðurin er dømdur fyri at hava skotið ein óvápnaðan mann í Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/russiskur_hermadur_0.jpg?itok=daBVZOgX)
21 ára gamli russiski hermaðurin, Vadim Shishimarin, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing.
Mynd: Ritzau Scanpix
23.05.2022 - 14:09
Ein russiskur hermaður hevur fingið lívlangan fongsulsdóm fyri krígsbrotsverk í Ukraina.
Tað hevur ein dómstólur í ukrainska høvuðsstaðnum, Ktuv, fyrrapartin gjørt av, skrivar Reuters.
Hetta er fyrsti dómur, sum er sagdur, síðan russisku innrásina í Ukraina 24. februar.
Hermaðurin er dømdur fyri at hava skotið ein óvápnaðan 62 ára gamlan mann. Hann viðgekk seg sekan í rættinum.
Sambært ukrainskum myndugleikum, eru 10.000 mál um møgulig krígsbrotsverk.
Í morgin eru tríggir mánaðir, síðan russar gjørdu innrás í Ukraina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV