- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pólland: Noreg fær óbeinleiðis inntøkur av krígnum í Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/polskur_forsaetisradharri.jpg?itok=QKX_cWqx)
Pólski forsætisráðharrin, Meteusz Morawiecki, heldur, at Noreg óbeinleiðis fær ovurhonds stórar oljuinntøkur av krígnum í Ukraina.
Forsætisráðharrin segði á einum ungdómstingi í Póllandi í gjár, at inntøkurnar hjá Noregi av olju og gassi fara upp um 100 milliónir evrur í ár, og Morawiecki mælir til, at Noreg letur øðrum burturav.
Pólski forsætisráðharrin sigur, at Noreg hevur ikki ábyrgdina av krígnum í Ukaina, men oljuvinnan fær stóran fyrimun av tí.
1750 mia. kr. í inntøku
Morawiecki sigur, at Pólland hevur ikki brúk fyri at fáa burtur av avlopinum, sum Noreg fær av oljuvinnuni, men tað hevur Ukraina, sum er meinast rakt av krígnum.
Norski miðilin, Dagens Næringsliv, skrivaði fyrr í ár, at inntøkurnar av olju og gassi í ár verða 1750 milliardir norskar krónur, ella seks ferðir størri enn væntað.
Norskir myndugleikar vísa tí, sum pólski forsætisráðharrin hevur sagt, aftur.
Fer í Oljugrunnin
Eivind Vad Peterson, varauttanríkisráðharri, sigur, at olju- og gassinntøkurnar fara mestsum allar í Oljugrunnin.
- Hóast inntøkurnar eru vaksnar av krígnum í Ukraina, er virðið í Oljugrunninum minkað 550 milliardir krónur, m.a. tí at partabrøvini eru minkað í virði, sigur hann.
- Búskapurin í landinum og norski brúkarin er eisini raktur, tí bensinprísurin og elprísurin eru so nógv hækkaðir. Men Noreg hevur latið Ukraina nógva fíggjarliga hjálp, og landið fer at lata uppaftur meira, sigur Eivind Vad Peterson við NRK.