Stálverkið í russiskar hendur

Stálverkið í russiskar hendur
Síðstu ukrainsku herfólkini á stálverkinum í Mariupol hava givið seg yvir til russiska herin
Risastóra stálverkið í Mariupol er sundurbumbað eftir tríggjar mánaðir við russiskum álopum
 
21.05.2022 - 10:40

Russland sigur seg nú hava fult tamarhald á Azovstal stálverkinum í Mariupol.

Sambært russiska verjumálaráðnum hava síðstu ukrainsku herfólkini, sum høvdu víðgirt seg á stálverkinum, givið seg yvir í gjárkvøldið.

Í alt hava fleiri enn 2400 ukrainskir hermen givið seg yvir til russiska herin síðani mánadagin, skrivar The Guardian.

Ukrainskir myndugleikar hava ikki váttað tíðindini úr Russlandi, men The Guardian, og aðrir miðlar skriva, at ukrainski forsetin hevur givið herfólkunum, sum eftir eru, boð um, at sleppa sær út og bjarga sær lívinum.

Yvirmaðurin fyri ukrainsku deildirnar á stálverkinum, Denys Prokopenko, segði eisini á sosiala miðlinum Telegram í gjár, at tað nú bert vóru tey deyðu eftir á stálverkinum, og at leiðslan í landinum hevði givið teimum boð um at gevast við at verja býin. 

Talsmaðurin fyri russisku stjórnina, Dmiytry Peskov, sigur, sambært The Guardian, at herfólkini eru tikin sambært altjóða lóg um krígsfangar, og vera viðfarin sambært Genevsáttmálanum, hóast nakrir høgtstandandi russiskir politikkarar hava mælt til at draga ukrainsku herfólkini fyri rættin, og onkur enntá hevur mælt til at avrætta tey.
 

Stálverkið er um 10 ferkilometrar stórt og hevur fleiri enn 24 kilometrar av tunlum og bumbuskýlum undir sjálvari verksmiðjuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497