- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samdir um leiguavtalu um Herjólf 3
Strandferðslan og íslendska felagið, Vegagerðin, eru samd um leiguavtaluna av ferjuni Herjólfi 3.
Skrivast skal undir avtaluna bæði í Føroyum og Íslandi. Føroyingar hava skrivað undir, og íslendsku undirskriftirnar verða settar á avtaluna í Íslandi í næstu viku.
Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, vil ikki gera samrøðu við útvarpið um avtaluna, fyrr enn hon er endaliga undirskrivað. Hann leggur tó dent á, at báðir partar eru samdir um leiguavtaluna.
Farmaskip og avloysaraskip
Ætlanin er, at Herjólfur 3 skal í sigling um Suðuroyarfjørð, fyrst og fremst sum farmaskip afturat Smyrli, 3-4 dagar um vikuna.
Men tá ið Smyril skal í dokk, ætlandi seinast í august, ferl Herjólfur 3 at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð.
Áðrenn Herjólfur 3 kann brúkast á farleiðini millum Havnina og Krambatanga, skal ferjan til fimm ára klassing, og koyrirampan aftan skal esini leingjast. Haraftrat skal bjargingarútgerðin dagførast, so hon lýkur krøvini í Føroyum.
Strandferðslan ætlar at leiga Herjólf 3 fyribils í umleið 15 til 17 mánaðir. Tó vil íslendski eigarin sleppa at brúka skipið sum avloysaraskip í Íslandi nakrar vikur í oktober.