- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin fyri størri akfør lækkar niður í helvt
Prísurin fyri størri akfør lækkar niður í helvt
Prísurin í Vága- og Norðoyatunlinum hjá teimum, sum hava hald, lækkar úr 100 niður í 50 krónur
20.05.2022 - 14:33
Prísurin fyri bilar, tyngri enn 3.500 kg., lækka í bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum 1. juni.
Tá fer prísurin fyri bilar, sum hava hald, úr 100 niður í 50 kr.
Fyri bilar, sum ikki hava hald, verður prísurin tann sami, 300 kr., fyri túrin.
Annars eru prísirnir í Vágatunlinum og Norðoyatunlunum óbroyttir.
Nevndirnar hava tikið avgerð um at lækka prísin fyri hesar bilarnar, tí 99 prosent av føroysk skrásettu akførunum hava hald, og tí eru flestu akførini, sum gjalda 300 kr., útlendskir bilar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV