- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alivinnan hevur væl útbúgvið fólk
Alivinnan hevur væl útbúgvið fólk
Í dag var ráðstevna um, hvussu gransking kann gagna vinnuni, og hvussu vinnan kann gagna granskingini
20.05.2022 - 18:01
Í dag skipaðu Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya fyri granskingardegi undir heitinum "Vitan, Vinna og Visjón," hvørs endamál var at varpa ljós á, hvussu gransking kann gagna vinnuni, og hvussu vinnan kann gagna granskingini.
Ein av fyrilestrarhaldarunum var Tórheðin Jensen, ph.d og formaður í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan. Hann starvast dagliga sum marknaðarleiðari hjá Varðanum í Gøtu.
Tórheðin Jensen Hann vísti millum annað á, at alivinnan hevur munandi fleiri starvsfólk við høgum útbúgvingum, enn fiskivinnan hevur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:
1528917
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV