Russland vísir 85 útlendskum sendifólkum av landinum

Russland vísir 85 útlendskum sendifólkum av landinum
Skrivstovan hjá kanadisku sjónvarpsstøðini, CBS, í Moskva letur eisini aftur
Moskva hevur víst sendifólkum sendifólkum úr Fraklandi, Italia og Spania av landinum
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.05.2022 - 16:24

Russland vísir nú 85 sendifólkum úr Fraklandi, Italia og Spania av landinum.

Talan er um 34 fronsk sendifólk, 24 italsk og 27 sponsk sendifólk.

Tað boðar uttanríkisráðið í Russlandi frá, skrivar Reuters.

Russland ger hetta, eftir at tey trý londini longu hava víst russiskum sendifólkum av landinum.

 

CBS letur aftur í Moskva

Moskva-skrivstovan hjá kanadisku sjónvarpsrásini, CBS, verður stongd.

Tað hevur Russland gjørt av. 

Maria Zakharova, talsfólk, sigur, at Russland hevur tikið avgerðina, tí Kanada hevur stongt russisku sjónvarpsstøðina, RT. 

Ongland og ES hava frammanundan stongt russisku sjónvarpsstøðina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497