- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verða ælabogasílini tikin av
Vinnukærunevndin hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, um at ælabogasílini í Heygadali í Vestmanna skulu takast av.
Útgerðin skal takast upp úr byrgingini og burturbeinast beinanvegin, og í seinasta lagi eftir nærri tíðarætlan.
Avgerðin er grundað á alilógina, um at ikki er loyvt at ala á vøtnum og í byrgingum í Føroyum, og tí skal Røkt, sum hevði tíðaravmarkað loyvi til 30.desember 2020, taka stig til at rudda viðkomandi aliøki og grannalag, sum møguliga eru ávirkað av alingini, stendur m.a. í niðurstøðuni.
- Eg taki avgerðina hjá Vinnukærunevndini til eftirtektar. Eg havi ikki fleiri kærumøguleikar, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í smápartafelagnum Røkt: