Ríkisdagurin í Finnlandi samtykt Nato-limaskap

Ríkisdagurin í Finnlandi samtykt Nato-limaskap
Svøríki skrivaði í dag undir umsóknina um limaskap í verjusamgonguni
Stórur meiriluti var í finska ríkisdegnum fyri at biðja um limaskap í Nato. 188 atkvøddu ja.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.05.2022 - 16:10

Finski ríkisdagurin atkvøddi seinnapartin við stórum meiriluta fyri at biðja um limaskap í Nato. 188 atkvøður vóru fyri og tríggjar ímóti. 

Fyrr í dag skrivaðu svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, og uttanríkisráðharrin, Ann Linde, undir svensku umsókina um Nato-limaskap.

Hósdagin fara finski forsetin, Sauli Niinistø, og svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, til Washington, har tey skulu hitta Joe Biden, forseta.

Á fundinum í Hvítu húsunum fara forsætisráðharrin og forsetarnir báðir at kjakast um svensku og finsku umsóknina um Nato-limaskap.

Russiska innrásin í Ukraina og viðurskiftini millum londini, nú trygdarpolitiska støðan er broytt, eru eisini á skránni, sigur svenska stjórnin í tíðindaskrivi.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at tað er lítil munur á, um Finnland og Svøríki eru limir í Nato, tí londini hava leingi verið við í hernaðarvenjingum hjá Nato, skrivar Reuters.

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Ann Linde, skrivar undir umsóknina um limaskap í Nato. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497