Finnland væntar at fáa limaskap í hesum árinum

Finnland væntar at fáa limaskap í hesum árinum
Turkiski forsætisráðharrin er framvegis ímóti, at Finnland og Svøríki fáa limaskap í NATO
Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, og NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.05.2022 - 08:30

Fnski forsætisráðharrin, Sanna Marin, sigur seg vænta, at Finnland fær limaskap í NATO í hesum árinum.

Tað sigur hon við finska sjónvarpið, YLE.

Sunnudagin boðaði Finnland frá, at landið fór at biðja um limaskap í NATO, tí stjórnin hevði gjørt av at sleppa málinum, um at landið skuldi vera uttanveltað.

Og stjórnin duldi ikki fyri, at russiska innrásin í Ukraina hevur avgjørdan týdning í avgerðini.

Russland hevur sagt, at tað kann fáa avleiðingar, at Finnland nú fer upp í NATO.

 

Erdogan framvegis ímóti

Í USA er stórur meiriluti fyri at geva bæði Finnlandi og Svøríki limaskap í NATO, upplýsa politikarar, sum hava vitjað í Finnlandi.

Men turkiski forsætisráðharrin, Erdogan, endurtók á tíðindafundi í gjárkvøldið, at Turkaland ikki uttan víðari fer at játta, at Finnland og Svøríki gerast limir í NATO.

Tey boðini komu, eftir at Svøríki í gjár boðaði frá, at landið saman við Finnlandi fer at søkja um limaskap í verjusamgonguni.

 

Turkiska støðan er greið, sigur Erdogan, forseti.

 

Ala upp yvirgangsfólk

Erdogan sigur, at londini ala upp yvirgangsfólk, sum stríðast ímóti turkisku myndugleikunum.

Tí er ikki neyðugt hjá Svøríki og Finnlandi at senda fólk til Turkalands at royna semju, tí turkiska støðan er greið, segði Erdogan.

Skulu Svøríki og Finnland fáa limaskap í NATO, so mugu øll hini londini vera samd um tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497