Gongur skjótt at lima Svøríki og Finnland í Nato

Gongur skjótt at lima Svøríki og Finnland í Nato
Svenska stjórnin fer seinni í dag væntandi at taka søguligu avgerðina
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.05.2022 - 09:20

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, væntar, at tað fer at ganga ógvuliga skjótt at lima Svøríki og Finnland inn í Nato, um tey bæði londini fara at søkja um limaskap, sum tey longu hava kunngjørt, at tey fara. 

Væntandi fer tað at taka millum fýra mánaðir og eitt ár at lima tey inn.

Sambært tíðindastovuni Reuters, hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, sagt, at tað fer at verða skaðiligt fyri finska sambandið við Russland, um finnlendingar fara upp í Nato. 

Svøríki staðfestir somuleiðis í síni trygdarpolitisku greining av einum væntandi limaskapi í Nato, at hetta helst fer at bera í sær russisk móttiltøk, skrivar danska kringvarpið. 

 

Taka avgerð í dag

Eftir at Svøríki í gjár kunngjørdi, at svenski javnaðarflokkurin tekur undir við, at Svøríki gerst limur í Nato, er vegurin nú opin fyri at søkja um limaskapin.

Longu í dag kann Svøríki senda Nato umsóknina, skrivar SVT. 

Svenska stjórnin fer á fundi seinni í dag at taka søguligu avgerðina.

 

Erdogan, forseti í Turkalandi, er ímóti, at Finnland og Svøríki fáa limaskap í Nato.

 

Eitt mistak

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur fleiri ferðir sagt, at tað er eitt mistak, um Svøríki og Finnland fara upp í Nato. 

Hann segði fríggjadagin, at Turkaland er ímóti svenska og finska limaskapinum í NATO, tí londini skulu hava hýst yvirgangsfelagsskapum.

Hildið verður, at støðan hjá turkiska forsetanum kann gerast ein forðing fyri svenskum limaskapi. 

 

Sendinevnd til Turkalands

Svøríki sendur tí eina sendinevnd til Turkalands at umrøða støðuna.

- So fáa vit at síggja, hvussu málið kann loysast, og hvat hetta yvirhøvur snýr seg um. Men sum vit skilja Nato, er tað ein avtala um, at bæði Svøríki og Finnland sleppa uppí, sigur svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultqvist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497