Noreg ætlar at seta 1.500 havvindmyllur upp

Noreg ætlar at seta 1.500 havvindmyllur upp
Hetta svarar næstan til alla norsku vatnorkuna. Týðandi partur av orkuni verður útfluttur, sigur norska stjórnin
Noreg hevur stórar ætlanir við vindmyllum.
 
11.05.2022 - 14:48

Norska stjórnin hevur sett sær sum mál, at Noreg skal hava sett upp 30 gigawatt havvindmyllur fyri 2040. 

Tað boðar stjórnin frá í tíðindaskrivi.

- Við hesi ætlanin fara vit úr tveimum havvindmyllum, sum eru í gongd í dag, til umleið 1.500 havvindmyllur, sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri.

Hetta svarar næstan til alla norsku vatnorkuna.

Myllurnar verða settar upp næstu 20 árini. Stjórnin umhugsar at brúka kaðalar, sum kunnu flyta orku millum Noreg og Evropa.

 

Kann gerast ein koddi

Norska orkunetið megnar tó ikki at taka ímóti so nógvari orku, og tí verður týðandi partur av henni útflutt, sigur stjórnin.

Umhvørvisflokkurin Tey Grønu, MDG, er fegin um, at stjórnin setur sær størri mál, men at tað er drúgv tíð til 2040.

- Málið kann gerast ein koddi. Vit mugu hava greið 2030-mál fyri havvind,  sigur Rasmus Hansson, framsøgufólk í vinnulívsmálum, við NRK.

Stjórnin skjýtur eisini upp at seta 10 milliónir norskar krónur, -tað eru 7,3 í donskum krónum, aftrat til norska havgranskingarstovnin. 

Málið er at styrkja kunnleikan um, hvørja ávirkan vindorka á havinum hevur, og hvørja ávirkan hon hevur á fiskiskap. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497