- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin í sponsku fregnartænastuni koyrd frá
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/paz.jpg?itok=OjuSwqRo)
Stjórin fyri sponsku fregnartænastuna er søgd úr starvi eftir boðum frá sponsku stjórnini.
Orsøkin er, at spanska fregnartænastan hevur avlurtað fartelefonir hjá katalonskum politikarum.
Fleiri spanskir miðlar skriva í daga, at Paz Esteban López, er koyrd úr starvi, og verjumálaráðharrin, Margatrita Robles, hevur váttað tíðindini.
Í síðstu viku viðgekk Esteban López, at fregnartænastan við loyvi frá rættarmyndugleikum hevði sníkt seg inn á telefonirnar hjá fleiri katalonskum loysingarfólkum.
Stórt trýst hevur verið á sponsku fregnartænastuna, tí telefonirnar hjá sosialdemokratiska forsætisráðharranum, Pedro Sánchez, og hjá verjumálaráðharranum, Margarita Robles, eru hakkaðar við njósnaratøknini Pegasus.
Nógvar dátur eru stolnar úr telefonini hjá forsætisráðharranum, sigur stjórnin.