Boris Johnson til Svøríkis og Finnlands

Boris Johnson til Svøríkis og Finnlands
Trygdarpolitiska støðan er orsøkin til, at bretski forsætisráðharrin so brádliga vijar bæði londini, skriva finskir miðlar
Boris Johnson, forsætisráðharri, er á veg til Svøríkis og Finnlands.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.05.2022 - 16:05

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer í morgin á vitjan í Svøríki og Finnlandi. 

Tað skrivar finska tíðindastovan, STT.

Hvørki finskir, svenskir ella bretskir myndugleikar hava higartil váttað upplýsingarnar.

Í síðstu viku var bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, í Finnlandi í sambandi við, at Finnland umhugsar at søkja um limaskap í Nato. 

Hann vissaði tá um, at Bretland fer at verja bæði Finnland og Svøríki, um eitt russiski álop skuldi komið,  sama um londini eru limir í Nato alla ikki.

Trygdarpolitiska støðan er orsøkin til, at Johnson so brádliga vitjar í londunum, skriva finskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497