Bíða í spenningi eftir røðu hjá Putin

Bíða í spenningi eftir røðu hjá Putin
Í dag hátíðarheldur Russland sigurin á Týsklandi í 1945, og 12.000 hermenn fara at ganga skrúðgongu í Moskva
Vladimir Putin, forseti, heldur í løtuni røðu á Reyða torginum í Moskva.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.05.2022 - 08:39

Í dag fer Russland at hátíðarhalda sigurin á Týsklandi í 1945, og nógv verður gjørt burturúr.

Hóast nógvir hermenn eru í kríggi í Ukraina, so fara nógvir aðrir hermenn at ganga skrúðgondu í Moskva, og Vladimir Purin, forseti, fer at halda røðu.

Roknað verður við, at 12.000 hermenn fara at ganga skrúðgongu á Reyða Torginum í Moskva.

Hóast tað ikki verður roknað við nógvum gestum í Moskva í dag, so bíða fólk í spenningini eftir røðuni hjá Vladimir Putin, forseta, og serliga um tað,  sum hann fer at siga um kríggið í Ukraina.

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um røðuna, og um Pution fer alment at boða frá, at Russland er í kríggi við Ukraina.

 

Frá skrúðgonguni í Moskva. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hernaðarligt átak

M.a. hevur bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace, sagt, at Putin fer at boða frá kríggi, og siga, at Russland er í kríggj ímóti nazistunum í Ukraina.

Higartil hevur Rusland ikki nevnt innrásina kríggj, men eitt serligt hernaðarligt átak.

Fer Putin at boða frá kríggi, so fær hann størri heimild at kalla herfólk í tænastu, eisini fólk, sum ikki eru í herinum nú.

Sambært russiska uttanríkisráðharranum,  Sergej Lavrov, so fær hátíðarhaldið í dag onga ávirkan á innrásina í Ukraina.

Vladimir Putin, forseti, gav í 2008 boð um at hátíðarhalda 9. mai sum ein sigursdag, og dagurin skal vísa bæði russiska fólkinum og heiminum sum heild, at Russland er eitt hernaðarliga sterkt land.

 

Eisini í Ukraina

Eisini í Ukraina bíða fólk í spenningi eftir tí, sum fer at henda í Russlandi í dag, og hvussu fólk í Ukraina fara at merkja russiska hátíðarhaldið.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Odessa, Jakob Krogh, segði soleiðis við DR í morgun:

1526246

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497