Taliban krevur burka

Taliban krevur burka
Talan er um strangasta tiltak, sum bólkurin hevur sett í verk síðan hann tók valdið í Afganistan
Taliban hermenn
 
07.05.2022 - 14:30

Afganskar kvinnur skulu lata seg í klæðir, ið fjala allan kroppin og høvdið.

Tað hevur Taliban givið boð um í dag, sambært TV2.

Eygleiðarar meta, at talan er um strangasta tiltak, sum bólkurin hevur sett í verk síðan hann tók valdið í landinum í august í fjør. 

Siðvenja og sharia
Boðini koma frá ovasta leiðaranum í Taliban, Hibatullah Akhundzada.

- Tær skulu vera ílatnar klæðum frá topp til tá, soleiðis sum siðvenjan áleggur og fyri at vísa virðing, stendur í boðunum frá Taliban.

Í skrivinum verður grundgivið fyri, at tað er sharia-lóggávan og siðvenjur, sum áleggja hetta. Sharia er ein lógarskipan innan Islam. 

- Kvinnur, sum ikki eru ov gamlar ella ungar, skulu fjala andlitið við undantaki av eygunum, soleiðis sum sharia áleggur. Hetta fyri at sleppa undan stríði, tá tær møta monnum, sum ikki eru í nærmastu familju, verður skrivað. 

Sambært Reuters tíðindastovan verður mælt til, at kvinnur ganga í einum bláum burka. Ein burka fjalir bæði likam og andlit. Eyguni verða fjald aftanfyri eitt net. 

Sambært Reuters verða mannligir familjulimir hóttir við fongsulsrevsing ella við uppsøgn, um kvinnurnar ikki akta boðunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497