Norðurírland: Søguligur valsigur í eygsjón

Norðurírland: Søguligur valsigur í eygsjón
Tjóðskaparflokkurin Sinn Féin stendur til at vinna valið
Forkvinna í Sinn Féin, Mary Louise McDonald (t.v.) fegnast um valsigur saman við varaleiðaranum Michelle ONeill (t.h.) Mynd: Jason Cairnduff/Reuters/Ritzau Scanpix
 
07.05.2022 - 17:10

Republikanski tjóðskaparflokkurin Senn Féin er á veg móti einum søguligum valsigri í parlamentsvalinum í Norðurírlandi.

Hóast uppteljingin ikki er liðug bendir alt á, at flokkurin verður størsti flokkur á valinum. 

Hetta er fyrstu ferð síðan Norðurírland bleiv stovnað í 1921, at ein loysingarflokkur gerst størsti flokkur. 

Uppteljing
Higartil er greitt hvør vinnur 65 av teimum 90 tingsessunum. 

Av teimum 65 sessunum hevur Sinn Feín fingið 21, samveldisflokkurin DUP fingið 19, miðflokkurin Alliance fingi 13, UUP hevur fingið 6 og vinstraflokkurin SDLP somuleiðis 6 tingsessir. Harumframt hava smærri flokkar vunnið tveir sessir. 

Aðalendamálið hjá Sinn Féin er fyri Norðurírland at lima seg úr Stórbretlandi og sameinast aftur sum ein tjóð við Írlandi. 

Fólkaatkvøða
Mary Lou McDonald, forkvinna í Sinn Féin, sigur við BBC, at flokkurin nú fer at virka fyri einari atkvøðugreiðslu um loysing innan fimm ár. 

Tað er kortini ikki so einkult at halda eina fólkaatkvøðu í Norðurírlandi. Við lóg er staðfest, at tað kann einast skipast fyri einari fólkaatkvøðu um tað er líkt til, at ein meiriluti av fólkinum ynski eitt sameint Írland. 

Veljarakanningar frá apríl vísa, at einans ein triðingur av veljarunum stuðla tí ynskinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497