ES fyrireikar sætta pakkan við tiltøkum móti Russlandi

ES fyrireikar sætta pakkan við tiltøkum móti Russlandi
ES-nevndin mælir m.a. til, at allur innflutningur av ráolju úr Russlandi skal halda uppat í seinasta lagi um hálvt ár
Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini.
 
04.05.2022 - 08:53

ES-nevndin er komin undir land við sætta pakkanum við tiltøkum ímóti Russlandi fyri innrásina í Ukraina.

Enn er talan um eitt uppskot, og øll limalondini skulu taka undir við uppskotinum, fyri at tað skal koma í gildi.

ES-nevndin mælir m.a. til, at allur innflutningur av ráolju úr Russlandi skal halda uppat í seinasta lagi um seks mánaðir, og innflutningurin av viðgjørdum oljuúrdrátti skal steðga við árslok.

Tað vóru boðini frá forkvinnuni í ES nevndini, Ursulu von der Leyen, tá hon kunnaði ES-tingið um ætlanirnar í morgun.

Haraftrat mælti hon til, at ES fer at virka fyri, at størsti russiski bankin, Sberbank, sum staturin eigur, verður koyrdur úr gjaldsskipanini, Swift.

Peningastovnurin umsitur umleið ein triðing av øllum bankavirkseminum í Russlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497