Nógv brúka handhildna telefon, meðan tey koyra

Nógv brúka handhildna telefon, meðan tey koyra
Í dag verður farið undir átak um gáloysni í ferðsluni, har m.a. telefonnýtsla í ferðsluni verður kannað
Ráðið fyri ferðslutrygd, Trygd og Betri trygging fara í dag undir eitt átak um gáloysni í ferðsluni. 
 
02.05.2022 - 08:44

Higartil í ár hevur politiið skrásett 141 bilførarar fyri at brúka handhildna telefon, meðan teir koyrdu.

Í 2021 var talið 295, tað var 373 í 2020, 247 í 2019 og 432 í 2018.

Sektin fyri at brúka handhildna telefon er 1.000 kr.

Hetta er minni enn í Danmark. Har er sektin 1.500 kr. umframt klipp í koyrikortið. 

Í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027 verður mælt til, at handhildin telefon í ferðsluni skal geva klipp í koyrikortið.

 

Átak um gáloysni

Ráðið fyri ferðslutrygd, Trygd og Betri trygging fara í dag undir eitt átak um gáloysni í ferðsluni. 

Átakið varar í tríggjar vikur. Politiið fer at kanna telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

Gáloysni er ikki nóg væl skjalfest í føroysku hagtølunum. Men í Danmark til dømis er gáloysni orsøk til meira enn helvtina av deyðsvanlukkunum í ferðsluni.

Í kanning, sum Lóður gjørdi fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, svaraðu 47 prosent, at gáloysni er størsta orsøk til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. 

Kortini søgdu 20 prosent seg javnan brúka handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791