Ungarn rindar olju og gass við rublum

Ungarn rindar olju og gass við rublum
Russland krevur, at rindað verður við rublum, og tað hevur Ungarn góðtikið
Russland hevur skrúvað fyri gassveitingini til fleiri lond, sum ikki vilja gjalda í rublum. Nú boðar Ungarn frá, at landið fer at gjalda við rublum.
 
28.04.2022 - 10:42

Ungarn tekur undir við kravinum hjá Russlandi, og fer at rinda fyri russiskt gass og olju við rublum.

Tað váttar ungarski uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, í samrøðu við CNN.

- 85 prosent av gassveitingini hjá okkum kemur úr Russlandi, og 65 prosent av oljuveitingini. Tú kanst spyrja hví? Tí tað avger undirstøðukervið. Hetta er ikki til stuttleika. Vit hava ikki valt hesa støðuna, sigur hann við CNN.

Sambært Szijjártó, verður Ungarn bundið av russiskum veitingum í fleiri ár aftrat.

 

Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sameindur hjá Putin 

Ungarski forsætisráðharrin, Victor Orbán, er sameindur hjá Putin, og ósemja er millum hann og ES.

Hann hitti Putin bert fáar vikur undan russisku innrásini, og Ungarn hevur funnist at tiltøkum mótí Russlandi orsakað av krígnum.

Russland krevur, at rindað verður í rublum fyri olju og gass úr Russlandi. 

Hetta merkir, at kundarnir mugu stovna tvær kontur í Gazprom-bankanum,  eina fyri útlendskt gjaldoyra og eina fyri rublar. 

Fýra gassfeløg í Evropa, nøvnini eru ikki upplýst, hava higartil rindað fyri gassið í rublum, skrivar Bloomberg í dag.

Tíðindastovan endurgevur keldur, sum hava tætt samband við russiska gassrisan, Gazprom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497