![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/ila.png?itok=DhjmnRN0)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
ILA staðfest í íslendskum alibrúki
ILA staðfest í íslendskum alibrúki
Ice Fish Farm væntar, at hetta fer at síggjast aftur í framleiðslunøgdini næsta ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190205_skundframleida_alilaks_0104.jpg?itok=joW7ohO3)
28.04.2022 - 16:06
Virussjúkan ILA er staðfest í alibrúkinum Sigmundarhúsi á eysturlandinum í Íslandi.
Tað skrivar ilaks.no.
Í fráboðan á Ice Fish Farm skrivar felagið, at smittan fer at ávirka framleiðslunøgdina.
- Avleiðingarnar av, at smittan er staðfest, eru ringar at meta um nú, men tað fer helst á síggjast aftur í framleiðslunøgdini næsta ár, sigur forstjórin í Ice Fish Farm, Guðmundur Gíslason, í fráboðan í dag.
Umleið ein millión laksar, sum viga í miðal 476 gramm, eru í alibrúkinum, har ILA er staðfest.
Sigmundarhús liggur nærindis einum øðrum alibúki, har ILA var staðfest í vetur, og strangt eftirlit hevur verið við tí alibrúkinum, skrivar ilaks.no.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV