Korona forðaði ikki fólki at fara til lækna

Korona forðaði ikki fólki at fara til lækna
Kanning er gjørd av krabbameinsfráboðanum í norðurlondum í 2020
Marnar Fríðheim Kristiansen er lækni og granskari.
 
27.04.2022 - 15:27

Færri fráboðanir vóru um krabbamein í øllum norðurlondum tíðliga undir koronufarsóttini, tó ikki í Føroyum.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, er partur av. 

- Fáu koronutilburðirnir í Føroyum, tá farsóttin fór at ganga, hava gjørt sítt til, at fólk ikki hava aftrað seg við at fara til lækna, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen: 

 

1523987

 

Kanningin er ein samanbering av krabbameinsfráboðanum til ymsu skráirnar í norðurlondum í 2020. 

Fæstu fráboðanirnar vóru í Svøríki. Har var talið av nýggjum krabbameinstilburðum í mai 2020 31 prosent minni, enn sama mánað 2019.

- Úrslitini vísa eina góða javnvág millum avmarkingar og atgongd til viðgerð í Føroyum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen:

 

1523988

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512