- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm ára fongsul fyri mutur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/suu_kyi.jpg?itok=vqhpi117)
Frákoyrdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er dømd fimm ára fongsulsrevsing fyri mutur.
Tað siga rættarkeldur í morgun.
Hon kann verða dømd meira enn 100 ára fongsul, verður hon dømd sek í øllum ákærunum, sum hernaðarjuntan hevur reist móti henni, eftir at hon tók valdið í landinum.
Suu Kyi er frammanundan dømd seks ára fongsul. Ákæran móti henni var í januar víðkað við einum punkti um, at hon á ólógligan hátt royndi at ávirka valnevndina í sambandi við valið í juli 2020.
Flokkurin hjá Suu Kyi, National-ligan fyri frælsi, NLD, vann valið, men hernaðarjuntan sigur, at umfatandi valsvik var framt á valinum.
Fleiri limir í valnevndini eru handtiknir og ákærdir fyri at hava lagt til rættis sigurin hjá NLD.