Skal hitta Putin og Zelenskyj

Skal hitta Putin og Zelenskyj
Aðalskrivarin í ST, António Guterres, fer í komandi viku at vitja í bæði Russland og Ukraina, í eini roynd at fáa frið millum londini
 
24.04.2022 - 12:47

 

Guterres flýgur týsdagin í næstu viku til russiska høvuðsstaðin at hitta bæði russiska forsetan, Vladimir Putin, og uttanríkisráðharran, Sergei Lavrov.

Sambært talsmanninum hjá ST, Eri Kaneko, vónar António Guterres, at teir fáa umrøtt møguleikarnar fyri at fáa frið í lag í Ukraina.

Úr Russlandi fer aðalskrivarin hjá ST til ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har hann skal hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og uttanríkisráðharran, Dmytro Kuleba. 

Aðalskrivarin hevur áður sagt, at russiska innrásin í Ukraina er størsta álopið á eitt evropeiskt land, síðan seinna veraldarbardaga.

Eitt av málunum hjá Guterres í Ukraina verður at umrøða ringu støðuna í landinum, har minst 12 milliónir ukrainar í løtuni hava tørv á humaniterari hjálp, skrivar Reuters.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497