Mette Frederiksen: Russland fremur krígsbrotsverk

bannari
Mette Frederiksen: Russland fremur krígsbrotsverk
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er skelkað av tí, hon upplivir, nú hon er á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv
Pedro Sanchez, spanskur forsætisráðharri, og Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, á rundferð í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.04.2022 - 12:38

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, eru í dag á vitjan í ukrainska høvuðstaðnum, Kyiv, har tey m.a. skulu hitta ukrainska forsetan, Zelenskyj.

Tað hevur sínar orsøkir, at Mette Frederiksen er í Ukraina, segði hon við TV2, tá hon var komin til Kyiv:

Mette_1

Og eftir fyrstu løtuna í Kyiv, fekk hon spurningin frá tíðindamanninum hjá TV2:

Mette_2

Forsætisráðharrarnir vóru væl vardir á síni gongutúri í ukrainska høvuðstaðnum, har tey tosaðu bæði við herfólk og vanlig fólk.

Krígsbrotsverk vóru eisini umrødd, og danski forsætisráðharrin segði seg ikki vera í iva um tað, hóast prógv mugu fáast fyri tí, segði hon:

Mette_3

 

Dagurin er settur av til vitjanina í Kyiv, og m.a. skulu danski og spanski forsætisráðharrin tosa við ukrainska forsetan um nógv ymisk viðurskifti, m.a.um kríksbrotsverk, og at byggja landið aftur, eftir kríggið.

Alt verður ikki almannakunngjørt alt fyri eitt, sigur tíðindamaðurin hjá TV2, Rasmus Tantholt:

Mette_4

Segði Rasmus Tantholt, tiðindamaður hjá TV2 í Kyiv.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497