- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sílini í Heygadali fingið longda livitíð
SEV má gevast við at tøma byrgingina í Heygadali, har seinastu føroysku sílini svimja.
Røkt sendi nevniliga kæruna til Vinnukærunevndina 13. apríl, og bað um at fáa steðgandi virknað.
Tað var annars Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum 6. apríl tók avgerð um, at sílini skuldu takast av.
Í avgerðini verður sagt:
"Viðvíkjandi teimum vanligu reglunum um steðgandi virknað kann samanumtikið sigast, at ein kæra sum útgangsstøði ikki fær steðgandi virknað. Tað talar tó fyri at geva einari kæru steðgandi virknað, at kærurætturin annars verður gagnleysur. Um avgerðin hjá myndugleikunum missir sín týdning við eini avgerð um at loyva steðgandi virknað, talar hetta hinvegin fyri, at avgerðin ikki fær steðgandi virknað. Hetta um atlit til t.d. vanda fyri heilsu ella trygd tala fyri hesum.
Formaðurin í Vinnukærunevndini metir samanumtikið, at grundarlag er fyri at loyva kæruni steðgandi virknað, tí kærurætturin annars verður gagnleysur.
Mett verður ikki, at avgerðin hjá myndugleikunum missir sín týdning við at loyva kæruni steðgandi virknað".
SEV má steðga
SEV fór annars í dag í gongd við at tøma byrgingina í Heygadali.
Byrgingin skal viðlíkahaldast, og tí skal alt vatnið tømast úr byrgingini.
Men nú má SEV steðga við hesum arbeiðinum.
Harvið fáa føroysku sílini longda livitíð.