SEV byrjar at tøma byrgingina í Heygadali

SEV byrjar at tøma byrgingina í Heygadali
Byrgingin í Heygadali í Vestmanna ger streym til SEV, men hon hýsir eisini síðstu føroysku sílunum. Men í dag byrjar arbeiðið at tøma byrgingina, tí hon skal umvælast
Síðstu sílini av føroysku sílastammuni ganga í byrgningin í Heygardali í Vestmanna, men byrgingin verður nú tømd, uttan at sílini eru flutt
Mynd: Savnsmynd  
 
19.04.2022 - 08:08

Tað er í dag 19.apríl, at hevur SEV boðað frá, at farið verður undir arbeiðið at tøma byrgingina í Heygadali í Vestmanna fyri vatn.

Orsøkin er umvæling av byrgingini, sum sambært SEV ikki kann bíða longur. 

Smápartafelagið Røkt kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um boðini at taka føroysku ælabogasílini úr byrgingini beinanvegin og í seinasta lagi í morgin. 

Vinnukærunevndin hevði í gjár ikki tikið nakra støðu til kæruna hjá Røkt um, hvat henda skal við sílunum í Vestmanna.  

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV