Ukraina vil uppí ES

Ukraina vil uppí ES
Landið er langt frá at lúka treytirnar fyri limaskapi, siga serfrøðingar.
 
18.04.2022 - 13:21

Ukraina hevur svarað einum spurnarblaði úr ES, sum er fyrsta stigið hjá landinum at gerast limur í ES. Tað upplýsir ukrainska forsetaskrivstovan fyri Reuters. Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, hevði spurnarblaðið við til Ukraina, tá hon var á vitjan hjá forsetanum 8. apríl. Tá lovaði forkvinnan í ES nevndini, at ukrainski limaskapurin í ES, skuldu fáa skjótari viðgerð, enn vanligt, tí Rusland gjørdi innrás í Ukraina. Roknað verður við, at umsóknin úr Ukraina verður uprødd, tá Europeiska Ráðið kemur saman til fundar 23. og 24. juni. Serfrøðingar hava fleiri ferðir nevnt, at Ukraina er langt frá at lúka krøvini fyri limaskapi í Europasamveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497