Fleiri álop í Ukraina í nátt

bannari
Fleiri álop í Ukraina í nátt
Seks fólk lógu eftirá í Lviv, og myndugleikarnir heita á fólk um at rýma úr eystara partinum av landinum, tí russiskt stórálop er á veg.
 
18.04.2022 - 10:13
Seks fólk lógu eftirá í ukrainska býnum, Lviv, tá fleiri russiskar rakettir raktu býin tíðliga í morgun, upplýsir borgarstjórin fyri Reuters tíðindastovuni. Borgarstjórin sigur, at seks rakettir raktu býin, og at seks fólk lógu eftirá, og átta eru særd. Keldur í býnum siga, at talan var um álop á jarnbreytarnetið í býnum. Lviv liggur ikki so langt frá polska markinum, og tey sum flýggja úr Ukraina og vestureftir, fara tey flestu umvegis Lviv. Útlendsku miðlarnir sum fylgja gongdini í Ukraina, hava teir flestu høvuðsstøð í Lviv. Boðað verður eisini frá rakettálopum í syðra partinum av Ukraina og við høvuðstaðin, Kyiv, men einki er frætt um skaðar í teimum økjunum. Rusland sigur seg hava lopið á 315 mál í Ukraina seinasta samdøgrið. Russar siga seg eisini hava skotið trý ukrainsk flogfør niður og 11 dronur, skrivar russiska tíðindastrovan, RIA. Sambært tíðindastovuni eru fýra hernaðargoymslur raktar í álopunum. Ukrainar í Luhansk-landspartinum har eysturi í landinum, verða nú biðin um at rýnma, um tey ætla vestureftir, áðrenn eitt ógvusligt russiskt álop, sum er á gáttini, skrivar ukrainska tíðindastovan, UNIAN, sum BBC endurgevur. Í næstu viku kann tað vera ov seint at flýggja, og tí mugu fólk skunda sær, um tey skulu bjargast, sigur Sergei Galdai frá myndugleikunum í Luhansk. Sambært BBC hava russisku deildirnar vant til at taka landspartarnar Luhansk og Donetsk, sum eru í Donbas økinum í eysturukraina.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497