Bretar tiknir í Ukraina

Bretar tiknir í Ukraina
Biðja forsætisráðharran um at hjálpa til, so teir verða lætnir leysir fyri andstøðuleiðara.
 
18.04.2022 - 13:15
Tveir sjálvbodnir bretar, sum russiskir hermenn hava tikið á hermótinum í Ukraina, eru vístir fram í almennum russiskum sjónvarpi, skrivar Reuters. Tað er óvist, um teir báðir kríksfangarnir, Shaun Pinner og Aiden Aslin, vóru tvingaðir at siga ymiskt í sjónvarpinum, men ein maður var saman við teimum á myndini. Í brotinum biðja hermenninir Boris Johnson, forsætisráðharra, um at hjálpa til, so teir verða lætnir leysir í býti við ukrainska andstøðupolittikaran, Viktor Medvedchuk, sum er vinmaður við Putin, forseta, og sum er ákærdur fyri landasvik í heimlandinum. Ukraina hevur eisini almannakunngjørt eitt sjónvarpsbrot í dag, har Medvedchuk, biður um at verða latin leysur í býti við ukrainskar hermenn og sivilfólk í Mariupol. Heldur ikki í tí brotinum er greitt, um hann sjálvur eigur orðini, ella um hann er tvingaður at biðja um at vera latin í býti fyri onnur, skrivar Reuters.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497