- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanarar senda vápn til Ukraina
Nú russarar hótta við fleiri álopum í Ukraina, hevur USA avgjørt at senda enn fleiri vápn til ukrainska herin. Talan er um vápn fyri 5,5 milliardir krónur, og tað eru vápn av tí tyngra slagnum. Higartil hevur tað mest verið verjuútgerð sum er send ukrainska herinum, men nú er eisini talan um vápn at leypa á við.
Talan er um tung skotvápn og kanónir, armerað akfør og stríðstyrlur. Serliga stríðstyrlurnar verða mettar sum ein verulig dubbing, tí higartil hevur eingin vilja latið stríðsflogfør til landið. Fleiri NATO-lond hava bjóðað sær at sent stríðsflogfør til Ukraina av slagnum MIG, sum ukrainsku flogskipararnir kenna, men hetta er steðgað, tí tað verður mett sum álopsvápn.
Anders Puck Nielsen, sum er granskari á Verjuakademiinum sigur við DR, at vápnastuðulin í hesum umfari eru av heilt øðrum slag enn áður. Nú hevur USA viðurkent, at tað kann verða neyðugt við beinleiðis álopum á russiskar deildir, sum skulu trýstast úr landinum.