- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kríggj í 50 dagar
Í gjár vóru 50 dagar síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði.
Í síni dagligu talu til Ukrainar, rósti forsetin Volodymyr Zelensky ukrainum fyri at hava staðið ímóti Russlandi so leingi, tá fá høvdu væntað, at kríggi fór at vara stórt meir enn fimm dagar.
- Men tey vistu ikki hvussu djarvir ukrianar eru, hvussu nógv vit virða frælsi, og møguleikan at liva okkara lív, sum vit vilja, segði Zelensky.
Hann rósti eisini ukrainum fyri teirra stríðsvilja.
- At verja á henda hátt í 50 dagar er eitt stórt avrik fyri milliónir av ukrainum, segði hann.
Moskva sakk
Stóra russiska kríggsskipið "Moskva" sakk eisini í gjárkvøldið í Svartahavinum.
Tað var statt miðskeiðis millum Odessa í suðurukraina og Krim-hálvoynna, tá Ukrainar siga, at tað var rakt av tveimum ukrainskum rakettum, meðan russar siga, at eldur kom í lóðurgoymsluna, sum elvdi til stóra skaða.
Russiska verjumálaráðið váttaði stutt eftir, at manningin var farin av skipinum, sum fekk tíðandi skaðar.
Hetta hendi seint fyrrakvøldið, men seint í gjárkvøldið boðaðu russiskir myndugleikar frá, at skipið var sokkið meðan tað bleiv sleipa til lands. Illveður var á leiðini, sum saman við ringa standinum á skipinum gjørdi at tað sakk, segði russiska verjumálaráðið, sambært altjóða miðlum.
Kríggsskipið Moskva var flaggskipið hjá russiska herflotanum í Svartahavninum, og at tað nú er sokkið, er ein dyggur smeitur fyri russisku herførsluna í suðurukraina. Tað skrivar bretska fregnartænastan í dagligu fregnartænastudagføringini um kríggi í ukraina á twitter.
Loftávaringarlúrarnir hava annars ljóða í stórsta partinum av Ukraina í nátt. Tað skriva millum onnur Reuters og BBC, og fleiri spreinginar hava verið at hoyrt í Ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
Russar siga seg millum annað at hava rakt verksmiður, sum framleiða luftverjurakettir.
Reyði krossur stuðlar
Reyði krossur Føroya hevur nú sent seks milliónir krónur Ukaina og grannalondini hjá Ukraina.
Síðst í februar, stutt eftir at kríggið byrjaði, sendi Reyði Krossur við góðari hjálp frá føroyskum vinnulívi tvær milliónir krónur til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum.
Nú er avgjørt at lata fýra milliónir afturat. Mesti peningurin kemur frá stuðulskonsertini, sum var í mars.
Pengarnir fara til skjól, vernd, mat, drekka, heilsutænastur og sálarligan stuðul.