Flaggskipið sokkið

Flaggskipið sokkið
Moskva var flaggskipið hjá russiska herflotanum í Svartahavninum
Moskva.
 
15.04.2022 - 10:52

Stóra russiska kríggsskipið "Moskva" sakk í gjárkvøldið í Svartahavinum.

Tað var statt miðskeiðis millum Odessa í suðurukraina og Krim-hálvoynna, tá Ukrainar siga, at tað var rakt av tveimum ukrainskum rakettum, meðan russar siga, at eldur kom í lóðurgoymsluna, sum elvdi til stóra skaða.

Russiska verjumálaráðið váttaði stutt eftir, at manningin var farin av skipinum, sum fekk tíðandi skaðar.

Hetta hendi seint fyrrakvøldið, men seint í gjárkvøldið boðaðu russiskir myndugleikar frá, at skipið var sokkið meðan tað bleiv sleipa til lands. Illveður var á leiðini, sum saman við ringa standinum á skipinum gjørdi at tað sakk, segði russiska verjumálaráðið, sambært altjóða miðlum.

Kríggsskipið Moskva var flaggskipið hjá russiska herflotanum í Svartahavninum, og at tað nú er sokkið, er ein dyggur smeitur fyri russisku herførsluna í suðurukraina. Tað skrivar bretska fregnartænastan í dagligu fregnartænastudagføringini um kríggi í ukraina á twitter.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824