Stórur spenningur um franska forsetavalið

Stórur spenningur um franska forsetavalið
Valkanningar vísa, at Le Pen er væl umtókt í franska arbeiðaraklassanum. Eisini fær góða undirtøku frá teimum ungu, tí hon lovar at avtaka inntøkuskattin hjá teimum
 
14.04.2022 - 14:33

Spenningurin um franska forsetavalið er stórur eftir fyrsta valumfar, tí Marine Le Pen stóð seg væl móti sitandi forseta og favoritti at endurvinna forsetaembætið, Emmanuel Macron, sum vann við 28 móti 23 prosentum til Le Pen. 

Valkanningar vísa, at Le Pen er vælumtókt í franska arbeiðaraklassanum. Hon hevur eisini leingi vent sær til ungar veljarar undir 30 ár við at lova teimum at strika allan inntøkuskatt. 

Hóast hetta, so væntar granskarin á norska uttanríkislærustovninum, NUPI, Pernille Rieker, at Macron fer at vinna valið. 

- Í tíðini, sum vit liva í nú, trúgvi eg ikki, at ein meiriluti av fransmonnum fara at dúva upp á nakað nýtt og ótrygt, sum at taka Frankaríki úr NATO, ið Le Pen hevur ætlanir um, og sum bara ein minniluti í landinum stuðlar. Franska fólkið vil fyrst og fremst hava støðufesti og tryggleika, sigur norski granskarin við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824