- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlaðu at leggja Týskland í streymloysi og burturflyta heilsumálaráðharran

Týska løgreglan hevur handtikið fýra týskarar, sum eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um at burturflyta týska heilsumálaráðharran, Karl Lauterbach, og at oyðileggja orkuverk fyri at leggja landið í streymloysi. Tað skrivar Reuters.
- Tvey av teimum handtiknu eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað álop móti heilsumálaráðharranum í samstarvi við hini handtiknu, sigur eitt talsfólk fyri týska ákæruvaldið við Reuters.
Tey fýra handtiknu hava tilknýti til bólkar, sum mótmæla koronu-tiltøkunum og við høgra-víðgongdu Reichsbürger-rørsluna, sigur ákæruvaldið.
Vraka samfelagsskipanina
Reuters skrivar, at rørslan ikki viðurkennur týska statin, sum hann er skrúvaður saman í dag. Æltanin at burturflyta heilsumálaráðharran er hin seinasta í røðini av hendingum, sum vísa, hvussu ónøgdir summir týskarar eru um ásetingarnar, sum eru settar í gildi fyri ókoppsett í landinum, og um uppskotið at koronukoppseting verður krav.
Í desember avdúkaði løgreglan ætlanir hjá anti-vaxarum, - teimum, sum eru ímóti koppeting, um at drepa forsætisráðharran í Niedersachsen, skrivar Reuters.
Tey, sum ætlaðu at burturflyta heilsmálaráðharran, skulu hava verið við í einum kjakbólki á netinum, sum nevnist "Vereinte Patrioten", og tey høvdu ætlanir um at byrja eitt borgarakríggj og vraka demokratisku samfelagsskipanina í Týsklandi, sigur ákæruvaldið.
Gull og silvur
Løgreglan gjørdi húsrannsókn í 20 húsum ymsastaðni í Týsklandi, og hald er lagt á vápn, lóður, pengar, gullstengur og silvurpengar, skrivar Reuters. Funnin vóru eisini falsað koppsetingarprógv og koronukanningar.
Ákæruvaldið upplýsir, at tað fer at heita á rættin um at fongslað tey fýra handtiknu, meðan leitað verður eftir einum fimta fólki, sum skal handtakast í málinum.