
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zelenskyj: Tíggjutúsundtals sivil deyð í Mariupol

Helst eru fleiri tíggjutúsundtals sivilfólk deyð í Ukrainska havnabýnum Mariupol.
Tað segði ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj í røðu til suðurkoreanska parlamentið í dag.
Býurin hevur verið heilt kringsettur av russiska herinum síðani 2. mars, og Zelenskyj segði í dag, at býurin er lagdur púra í oyði, men hóast hetta steðga russar ikki við álopunum.
Humaniter vanlukka
Undan krígnum búðu fleiri enn 400.000 fólk í Mariupol og longu 13. mars ávaraði reyði krossur um eina humanitera vanlukku í Mariupol, har tey sum eftir vóru, høvdu vánaliga atgongd til reint vatn, mat og streym.
Enn hevur ongin annar váttaði tølini av deyðum í Mariupol, sum Ukrainski forsetin nevndi í dag, men stutt eftir røðuna fyri suðurkoreanska parlamentinum skrivaði russiska tíðindastovan RIA, at ukrainski herurin hevur ábyrgdina av, at minst 5.000 fólk hava latið lív í býnum.