68 prosent av orkuframleiðsluni í mars var grøn

68 prosent av orkuframleiðsluni í mars var grøn
Nógvi vindurin og avfallið í farna mánaði merkti, at grøna streymframleiðslan í mars var sløk 68 prosent av samlaðu framleiðsluni í Føroyum
Nógvur vindur og regn í mars gjørdi, at 68 prosent av orkuframleiðsluni hjá SEV var grøn
Mynd: savnsmynd  
 
11.04.2022 - 15:31

Í tíggju dagar í mars lá elframleiðslan omanfyri 80 prosent frá grønu orkukeldunum, skrivar SEV.

Nógvi vindurin og avfallið merkti, at sløk 68 prosent av samlaðu framleiðsluni í Føroyum í mars var grøn.

Tað var eisini sera vátt í mars, og sambært mátingunum hjá SEV, regnaði tað 265 mm í Vestmanna í mars í ár, í mun til 181 mm um somu tíð í fjør.

Hetta eru knapt 50 prosent meira enn í ár.

Men tað var eisini hægri vindferð í Húsahaga og í Neshaga í mars í ár í mun til í fjør, og tað gjørdi at vindorkuframleiðslan var um 17 prosent.

Orkuframleiðslan úr biogassið var um 1 prosent, og tað merkir, at elframleiðslan úr olju farna mánaðin var um 32 prosent, skrivar SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035