- Tíðindi, mentan og ítróttur
NATO tilreiðar at senda út stóra herdeild at verja landamørkini
Nato ger í løtuni grundleggjandi umskipanir, sum upp á longri sikt skulu svara aftur innrásini hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
- Sama nær og hvussu kríggið í Ukraina endar, hevur kríggið longu fingið langtíðar avleiðingar fyri okkara trygd. Nato má tillaga seg til nýggja veruleikan, og tað ger vit, sigur Stoltenberg.
- Vit mugu tryggja, at vit í eini vandamiklari verð eru før fyri at verja øll sameind í Nato, sigur Stoltenberg.
Tað merkir, at limalondini í Nato skulu játta fleiri pengar til verjumál.
Týskland hevur lovað at brúka tvey prosent av bruttutjóðarúttøkuni til verju, og ikki 1,5 prosent, sum tað er í dag.
- Vid støddini, sum búskapurin í Týsklandi hevur, fer hetta veruliga at gera mun, - eisini fyri, hvussu nógvan pening Nato brúkar til verju, sigur Stoltenberg í samrøðu við Sunday Telegraph.