Finnland fyrireikar umsókn um Nato-limaskap

Finnland fyrireikar umsókn um Nato-limaskap
Finski uttanríkisráðharrin væntar, at umsóknin verður send longu í hesum mánaðinum
Pekka Haavisto er finskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.04.2022 - 10:07

Finnland fyrireikar nú umsóknina um limaskap í Nato.

Tað skrivar finska blaðið, Iltalehti.

Finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, váttar fyri blaðnum, at fyrireikingar eru, og sambært blaðnum, verður umsóknin longu send í hesum mánaðinum.

Pekka Haavisto sigur við Reuters, at limalond í Nato hava sagt, at tað tekur millum fýra mánaðir og eitt ár at fáa eina umsókn góðkenda, um Finnland søkir.

Avgerðin um at søkja verður tikin næstu vikurnar, sigur Haavisto.

- Russisku álopini í Ukraina hava sett Finnland í eina støðu, har landið kann fáa brúk fyri størri verjusamstarvi, sigur Pekka Haavisto.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824