- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja samgongan stóran meiriluta í landstinginum
Nýggja samgongan stóran meiriluta í landstinginum
IA og Siumut hava skipað nýggja landsstýrissamgongu í Grønlandi

Mute B. Egede í IA og Erik Jensen í Siumut skriva undir nýggja samgonguskjalið.
Mynd: KNR
06.04.2022 - 08:54
Tríggjar kvinnur og sjey menn eru í nýggja grønlendska landsstýrinum.
IA hevur seks fólk í landsstýrinum og Siumut fýra.
Múte Bourup Egede í IA heldur fram sum landsstýrisformaður.
Øll hini landsstýrisfólkini hjá IA, uttan Mariane Paviasen, halda eisini fram í nýggja landsstýrinum.
Og Kim Kielsen í Siumut, fyrrverandi landsstýrisformaður, er komin afturíaftur. Hann er vorðin landstingsformaður.
Nýggja samgongan í Grønlandi hevur stóran meiriluta í landstinginum, 22 av 31 tinglimum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV