Veljarakanningar: Orban varðveitir stjórnarvaldið

Veljarakanningar: Orban varðveitir stjórnarvaldið
Øll andstøðan í Ungarn bjóðar umstrídda stjórnarleiðaranum av
Viktor Orban, forsætisráðharri, valdi í Budapest í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2022 - 10:49

Val er í Ungarn í dag, og eru veljarakanningarnar eftirfarandi, varðveita Viktor Orban, forsætisráðharri, og flokkur hansara, Fidesz, stjórnarvaldið.

Viktor Orban er tann forsætisráðharrin í ES, sum hevur sitið longst. Hann hevur verið stjórnarleiðari í Ungarn síðani 2010.

Orban er umstríddur, og ikki færri enn seks flokkar í andstøðuni, frá vinstraveingi til ytsta høgravong, bjóða honum av á valinum í dag.

Teir vísa m.a. á, at Orban hevur havt tætt samband við russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Hann hevur eisini sett umstríddar nýskipanir í verk í Ungarn.

Valhølini í Ungarn lótu upp fyrrapartin, og forsætisráðharrahjúnini valdu í Budapest.

 

Sí myndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

ORBAN_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824