Dótturfelag hjá Thor fiskar rossamakrel í Suðurkyrrahavinum

Dótturfelag hjá Thor fiskar rossamakrel í Suðurkyrrahavinum
Kvotan er latin Kili, men føroyingar fiska framvegis tey 10.000 tonsini, og undir nógv betri treytum enn fyrr
Skip hjá reiðarínum Thor fiska framvegis tey 10.000 tonsini av rossamakreli í Suðurkyrrahavinum.
 
03.04.2022 - 14:00

Tá Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, herfyri legði eina frágreiðing fram um lógina um sjófeingi, varð upplýst, at øll tann føroyska kvotan í Suðurkyrrahavinum nú varð latin Kili.

Talan var um góð 10.000 tons av rossamakreli. Í 2019 var kvotan annars býtt um við ES, so Føroyar í staðin fingu fleiri rættindi á Flemish Cap.

Men støðan er tann, at føroyingar framvegis fiska øll tey 10.000 tonsini í Suðurkyrrahavinum, og undir nógv betri treytum ennn fyrr.

Tað var reiðaríið Thor, sum fiskaði Føroyum rættindini fyri árum síðani, og tað er framvegis Thor sum fiskar í Suðurkyrrahavinum. Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor:

 

1519262

 

Tað var í 2007 at føroyski fiskiskapurin byrjaði í Suðurkyrrahavinum við skipunum Hercules, Poseidon og Athenu. Hercules brann,  og í 2010 komu Poseidon og Athena í føroyskan sjógv at fiska og taka ímóti makreli. Síðani tá hava eingi føroysk skip verið í Suðurkyrrahavinum. 

 

Hans Andrias Kelduberg er stjóri í Thor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497