Ukraina ávarar um ógvislig russisk álop

Ukraina ávarar um ógvislig russisk álop
Volodymyr Zelenskyj, forseti, sigur, at Russland er í ferð við at brynja seg fleiri staðir í landinum
Russland brynjar seg við Mariupol, sum longu er bumbaður í sor, sigur ukrainski forsetin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.04.2022 - 09:28

Forsetin í Ukraina ávarar ímóti ógvisligum russiskum álopum í Ukraina í dag. Tað gjørdi hann í eini røðu fyri fólkinum.

Volodymyr Zelenskyj segði, at Russland er í ferð við at brynja seg fleiri staðir í landinum, m.a. við havnabýin, Mariupol, sum longu er í sori.

Hóast avtala er um, at sivilfólk skulu sleppa úr sundurbumbaða býnum, so ávarar ukrainski forsetin um fleiri álop á býin, skrivar AFP.

Russland hevur boðað frá, at í morgun sleppa fólk úr býnum, og tí tí sambandi sendi ukrainska stjórnin 45 bussar til Mariupol.

 

Hermenn úr Georgia

Russland er í ferð við at flyta millum 1200 og 2.000 hermenn, sum hava verið í Georgia til Ukraina, skrivar bretska verjumálaráðið á Twitter.

Uttanríkisráðið skrivar, at tað ongantíð hevur verið ætlanin hjá Russlandi at flyta herfólk úr Georgia til Ukraina, og at talan er um eitt óvanligt stig.

 

Gjalda í rublum

Russland krevur nú, at lond, sum keypa russiskt gass, skulurinda fyri gassið í russiskum gjaldoyra, rublum. Tað verður gjørt fyri at styrkja rubulin sum gjaldoyra. Týskland og Frakland hava víst russiska kravinum aftur, tí eingin veit, hvussu tað tekniskt letur seg gera at gjalda við rublum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824