- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi uttanríkisráðharri: Putin hevur gjørt alt skeivt
Fyrrverandi uttanríkisráðharri: Putin hevur gjørt alt skeivt
Putin hevur ikki gjørt NATO veikari við framferðini í Ukraina, heldur tvørturímóti, sigur Andrei Kozyrev.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/putin_2.jpg?itok=Dmp2go_9)
Andrei Kozyrev sigur bart út, at Putin hevur feildømt alt.
01.04.2022 - 09:21
Fyrrverandi russiski uttanríkisráðharrin, Andrei Kozyrev, sigur við BBC, at Vladimir Putin, forseti, hevur gjørt alt skeivt, sum kann gerast skeivt.
BBC hevur tosað við fyrrverandi uttanríkisráðharran um kríggið í Ukraina.
Kozyrev hevur einki gott at siga um Vladimir Putin, forseta. Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, og sigur bart út, at Putin hevur feildømt alt.
Og Putin hevur ikki gjørt NATO veikari við framferðini í Ukraina, heldur tvørturímóti.
Og Kozyrev tvíheldur eisini um, at Rusland fer út av eggini, tí landið hevur alt ov stóran tørv at útflyta vørur.
Kozyrev var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Boris Jeltsin í 1990unum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV