ES-leiðarar hitta kinesiska forsetan

ES-leiðarar hitta kinesiska forsetan
Ríkisleiðararnir vilja hava Kina at leggja sama trýst á Russland, sum vesturheimurin hevur gjørt
Kinesiski forsetin, Xi Jinping.
 
01.04.2022 - 10:54

Ríkisleiðarar í ES hittast í dag á talgildum fundi við kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Tey skulu tosa um innrásina í Ukraina og afturhaldnið hjá Kina at fordøma framferðina hjá Russlandi.

Charles Michel, forseti í ES, og Ursula Von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, leiða fundin.

Tey siga, at endamálið við fundinum er at eggja kinesisku myndugleikunum til at taka greiða støðu til altjóða lóg, og at leggja sama búskaparliga trýstið á Russland, sum vesturheimurin hevur gjørt.

Russland og Kina hava tætt samstarv, og sambært uttanríkisráðharrunum, hevur samstarvið millum londini bæði eingi mørk.

Fleiri serfrøðingar stúra fyri holla samstarvinum og fyri alsamt spentu støðuni millum vesturheimin øðrumegin og kinesarar og russarar hinumegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824