- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Putin komin í stríð við egna herleiðslu

Sambært Hvítu húsunum í Washington, hava amerikanskar fregnartænastur fingið hendur á boðum, sum vísa, at Vladimir Putin, forseti í Ruslandi, er í stríði við sína egnu herleiðslu, tí hann heldur seg ikki hava fingið at vita um veruligu gongdina í krígnum í Ukraina.
Og hann heldur seg heldur ikki hava a fingið at vita í nóg stóran mun, hvussu illa útlendsku tiltøkini ímóti Ruslandi fara við russiska búskapinum.
Orsøkin er, at ráðgevarnir ikki tora at siga Putin veruleikan, sigur samskiftisstjórin í Hvítu húsunum, Kate Bedingfield.
Eisini talsmaðurin fyri Pentagon, John Kirby, sigur nakað tað sama. Hann sigur, at tað órógvar, at Vladimir Putin ikki skilir gongdina í Ukraina.
Bara orð
Enn er einki komið burturúr friðarsamráðingunum ímillum Rusland og Ukraina, og higartil er bert talan um orð.
Tað sigur ukrainski forsetin, Zelenskij, í røðu fyri ukrainska fólkinum.
Hann sigur, at samráðingarnar halda fram í morgin.
Vápnahvíld í Mariupol
Russiska verjumálaráðið hevur í morgun boðað frá vápnahvíld við býin, Mariupol, so sivilfólk kunnu sleppa úr býnum. Tað skrivar BBC.
Tosað hevur fyrr verið um vápnahvíld í økinum, men tær hava vart stutt, og báðir partar hava skuldsett hvønnannan fyri at bróta vápnahvíldina. Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini hjá BBC.
USA játtar 3,3 mia. kr.
USA sigur seg vera sinnað at geva Ukraina 3,3 milliardir kr., í beinleiðis hjálp, og pengarnir skulu í ukrainska statskassan. Tað kom fram í gjárkvøldið, eftir at amerikanski forsetin, Joe Biden, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj høvdu tosað saman í telefon.