Støre tosað við Putin um kríggið í Ukraina

Støre tosað við Putin um kríggið í Ukraina
Russland er grannaland hjá okkum, og tí hevur tað týdning, at vit kunna russiska forsetan um okkara støðu, sigur norski forsætisráðharrin
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, sigur, at Russland skal gevast við krígnum alt fyri eitt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.03.2022 - 14:19

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tosaði í gjár í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Tað skrivar norska forsætismálaráðið. Støre tók stig til samrøðuna, skrivar forsætisráðið.

- Vit stúra fyri líðingunum, sum russiska innrásin hevur elvt til. Vit mugu gera okkara ítarsta fyri at fáa eina loysn, so partarnir gjøgnum samráðingar kunnu steðga krígnum, sigur Støre.

 

Einki skal vera óroynt

- Russland er grannaland hjá okkum, og tí hevur tað týdning, at vit kunna russiska forsetan um okkara støðu. Vit hava ikki stórar vónir um, at vit fáa nakað burturúr, men einki skal vera óroynt í støðuni, sum vit eru í nú. Líðingarnar mugu enda. Týdningarmiklasti boðskapurin var, at Russland skal steðga krígnum alt fyri eitt, sigur Jonas Gahr Støre.

Støre tosaði við sameind í Norðurlondum, Evropa og USA undan samrøðuni við Putin, skrivar norska forsætisráðið.

Seinnapartin í gjár tosaði Støre eisini við ukrainska forsætisráðharran, Denys Sjmyhal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824