- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland og Kina ætla at gera nýggja heimsskipan

- Moskva og Beijing skulu ganga á odda í arbeiðnum at skipa eina nýggja heimsskipan.
Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, tá hann í dag kom á vitjan í Kina.
Vitjanin er tann fyrsta hjá Lavrov, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.
Lavrov skal hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Wang Yi, og onnur embætisfólk. Til viðgerðar er gongdin í Afganistan, har Kina hevur boðið sær til at hjálpa.
Viðgera eisini Ukraina
Við á fundinum verða umboð fyri Taliban, USA og Pakistan, og onnur lond í økinum verða eisini við. Helst verður kríggið í Ukraina eisini umrøtt á fundinum.
Kina hevur ikki sagt alment, um landið stuðlar ella fordømir innrásina í Ukraina, men kinesiska sendifólkið í Ukraina sigur, at Kina hevur ongar ætlanir um at gera innrás í Ukraina.
Kinesarar hava tó leingi verið sameindir hjá Russlandi.
Fleiri lond hava ávarað Kina ímóti at veita Russlandi hernaðarliga hjálp í krígnum í Ukraina.